Goodluck Jonathan afturvaldur

Forsetin í Nigeria, Goodluck Jonathan, varð afturvaldur á valinum í gjár. Tað var greitt, longu tá myndugleikarnir høvdu kannað atkvøðurnar í 28 av teimum 36 statunum. Ter eingin ivi um tað almenna úrslitið, sum verður kunngjørt, tá liðugt er at telja í øllum statunum, skrivar Reuters.

Goodluck Jonathan hevur sagt, at hann fer ikki at siga nakað um úrslitið, fyrr enn valnevndin er komin við tí almenna úrslitinum, tí tað kann elva til ófrið í teimum muslimsku økjunum har norðuri í landinum, har fólk yvirhøvur styðjaðu hitt valevnið.

Valeygleiðarar siga, at forsetavalið hesaferð er tað mest rættvísa í Nigeria í fleiri áratíggju. Valið í gjár var tað fyrsta frælsa valið síðani 1999.