Goodiepal til Føroya

Tónleikarin og tónleikasmiðurin Goodiepal kemur til Føroya í næstum fyri at halda eitt skeið í kompositión. Goodiepal er ein tann mest viðurkendi, um ikki tann mest viðurkendi, danski elektróniski tónleikarin í hesum áratígginum.

Hann byrjaði sum blaðungur við at komponera á einum commodore 64 og upp ígjøgnum karrieruna hevur hann alla tíðina arbeitt á eini teldu. Hann hevur m.a. gjørt løg til svenska poppbólkin Ace of Base, ringitónar til telefonfyritøkuna Nokia og lagið til donsku sjónvarpssendingina ?Den 11. time?.

17. og 18. mars fer Goodiepal at halda eitt skeið í kompositión í Norðurlandahúsinum. Skeiðið er ?ein lærubók?, har luttakarirnir sjálvir skulu vera við til at útfylla síðurnar saman við Goodiepal. Í veruleikanum hevur kompositiónin frumframsýning á Berlinbienalinum, men Goodiepal hevur sagt ja til at halda eina føroyska frum-frumframsýning, har luttakarirnir fáa møguleika fyri at flyta egnu grensir teirra og harvið fáa eitt størri innlit í tónleik og tónlistaliga kompositión.