Good Moon Deer á Nordisk 2014

Íslendska popduoin Good Mood Deer verður millum nøvnini í Norðurlandahúsinum 15. februar.

Nordisk 2014 konsertferðin har Byrta er ein av luttakandi bólkunum byrjar komandi viku í Galaksen í Værløse. 15. februar kemur konsertferðin til Føroyar.

Umframt Byrtu eru 3 aðrir norðurlendskir bólkar, vit fara at hyggja nærri at, hvørjir hesir eru.

Íslendska íkastið til konsertferðina er elektro duoin Good Moon Deer, ið er mynda av teimum  báðum Guðmundi Inga Úlfarssyni og Ívari Péturi Kjartanssyni.


Bólkurin spælur elektroniskan eksperimenterandi ljóðmyndir, ið Guðmundur ger, og sum eru sera atmosferiskar, tónleikurin er kryddaður við slagverkspælinum hjá Ívari, og saman skapa teir eina heilt serliga ljóðmynd.

Bólkurin spælir sær við ymiskar genrur, beats og samplingar, og hava vakt ans í heimlandinum við framførslum á eitt nú Iceland Airwaves.



Yvirlit yvir konsertferðina

23/1: Værløse, Galaksen

24/1: Ishøj, Ishøj Kultur Café

25/1: Ballerup, Baltoppen

29/1: Odense, Posten

30/1: Frederiksværk, Gjethuset

31/1: Næstved, Grønnegade Kasernes, Kulturcenter

1/2: Rødovre, Viften

6/2: Birkerød, Mantzius

7/2: Slagelse, Musikhuset

8/2: Helsingør, Toldkammeret

15/2: Torshavn, Norðurlandahúsið í Føroyum (FO)

17/2: Reykjavik, Kex Hostel (IS)

19/2: Akureyri, Græni Hatturinn (IS)

20/2: Reykjavik, Harlem Bar (IS)