Gongutunlar, ein møguleiki ...

Victor Carlsen

Nú sjóneykan er fest á ferðsluna gjøgnum bygdirnar vesturi í Vágum, haldi eg, at brúk er fyri øllum góðum hugskotum, sum kunnu betra um ferðsluviðurskiftini. Tí eisini hetta hugskot:
Tað sýnist sum at øll og alt er fullkomiliga uppsteðgað, og ein sær bara fyri sær at vegbungur eiga at verða gjørdar, skal ferðin niður. Sum nakað nýtt kundi verið roynt við gongutunlum á hesum vandamikla vegastrekki. Gongutunlar er ein sera einføld og ikki kostnaðarmikil atgerð, ið eg trúgvi tey flestu høvdu verið glað fyri, heldur enn framhaldandi vandan fyri yvirkoyring, hóast ferðin verður tálmað..
Tit borgarar í Vágum kunnu tí við hesum heita á myndugleikarnar um at gera gongutunlar undir høvuðsvegin, so tey, ið eru til gongu trygt kunnu fara yvirum vegin. Alt annað tos um hámarksferðir og vegbungur tori eg at siga kemur ikki at betra um nakað sum helst, annað enn at vit fáa fleiri oyðilagdar bilar, og ferðslusyndararnir koma altíð at verða. Tað er sum kunnugt altíð teir fáu, ið oyðileggja alt fyri øllum hinum.
Um hetta við gongutunlum tosi eg av erfaring, tí eg búði sjálvur í Stockholmi fyri 20 árum síðani, og har var tað longu tá vanligt, at tey til gongu gingu undir vegirnar fyri at umganga bilferðsluna.
Fari við hesum at heita á øll um at gevast við øllum tosi og sjabbi aftur og fram millum kommunur, Landsverk, politi o.s.fr.og handlið nú ístaðin. Í Føroyum hava vit ráð til dýrar undirsjóvartunnlar um flestu firðir og sund, og hvat so um vit gera nakrar fáar gongutunlar vesturi í Vágum, so at ferðslutrygdin batnar?