Gongutúrur í Vágum flaggdagin

Flaggdagin skipar Vága Gongufelag fyri gongutúri eftir Vørðunum. Farið verður úr Miðvági klokkan 14.00

Vága Gongufelag skipar flaggdagin fyri gongutúri eftir Vørðnum. Farið verður úr Kálvalíð klokkan 14.00.
Túrurin eftir Vørðunum er lættur at ganga, og roknað verður við, at hann tekur einar tveir tímar ella so. Og tá er ikki neyðugt at kvika sær, siga tey í Gongufelagnum. Ivaleyst fara tey hóvligari fram, enn Seyðamaðurin á Sondum fór á sinni, tá huldukonan aftan á honum »....stóð upp fyri Vørðum.«
Tilmelding til túrin fer fram á Kunningarstovuni, sum hevur telefon nummar 33 34 55 ella 35 33 00.