Gongutúrar av ymsum slag eru vorðnir alt meira vanligir seinnu árini, og sunnudagin er tað so ferðavinnan í Norðoyggjum, sum skipar fyri.
Í tíðindaskrivi verður sagt frá, at tað Andrass Sólstein, sum verður ferðaleiðari og frásøgumaður á ferðini, sum alt í alt fer at taka góðar fýra tímar.
Farið verður úr Haraldssundi kl. 13.00, og afturkomin er ætlanin, at luttakararnir fara inn í bygdarhúsið Ljósið, at rinda møðina, eins og ætlanin her eisini er at leggja lunnar undir einum veruligum gongufelag.
Kunningarstovan heitir annars á áhugaði um at minnast til at klæða seg eftir veðrinum, at hava góðar skógvar og at hava nakað av mati við.