Hetta er áhugavert stað fyri bygdarfólkið og onnur við, tí tað var her at menn skóru torv í síni tíð. Við á túrinum verða eisini frásøgufólk, so alt verður gjørt fyri at geva fólki eina góða uppliving. Eftir túrin, sum væntandi tekur einar 5-6 tímar, verður ábit í Róðrarneystinum í Árnafirði (myndin), og hevur verið eisini lutakast millum gongufólkið um eitt lamb til heystar. Neyðugt er at tekna seg á Kunningarstovuni í Klaksvík.