Gongutúrur av Víkum til Sørvágs

Sunnudagin 18. juni skipa Vága Kunningarstova og Blue-Gate fyri sigli- og gongutúri av Sørvági norð­ur á Víkar og aftur
Siglt verður av Sørvági við Skarvi sunnumorgunin klokkan 09.00 norður á Víkar, har farið verður upp á land. Staðkendur ferðaleiðari er við, og hann fer at greiða frá um bygdina og ta søgu, ið knýtir seg at henni. Eftir at hava leskað seg við fiskasúpan verður farið til gongu eftir fjøllunum heim til Sørvágs.
Luttakaratalið er av­­mark­­að til 30 fólk, og tekn­ing fer fram á Vága Kunningarstovu tel. 33 34 55. Kostnaður kr. 250,- skal gjaldast frammanundan til Kunningartovuna.