Gongur við fullari ferð hjá Gurðuni

Hon hevur fleiri konsertir um dagin og fríggjadagin var hon við til at savna yvir 40 milliónir inn til offrini fyri krígnum í Irak

Stjørnuskot

Tað gongur við fullari ferð hjá Gurðun Jacobsen.
Eftir at hon fór aftur til Danmarkar hósdagin, hevur hon verið á konsertferð runt um í Danmark Danmark.
Og danir hava rættiliga tikið hana til sín, tí allastaðni er stúgvandi fult av fólki. Onkustaðni hava tað verið eru upp ímóti 5.000 fólkum og lurta.
Tey fáa eisini ein hóp av ummælum, og tað er næstan ikki dagur, at ikki okkurt blað skirvar um tey.
Men umrøðurnar hevur Guðrun ikki lisið sjálv.
?Eg havi ikki tíð at lesa bløðini, men onkur er, sum savnar alt saman so vit seinni fáa lisið alt tað, sum bløðini hava skrivað.
Hon er á hesi konsertferðini saman við teimum sum blivu nummar tvey og trý í Stjerne for en aften og fagnaðurin er stórur allastaðni har tey koma.
Men alt gongur so skjótt fyri seg, at tað gongur nóg illa at sansa hvar tey eru. Í hvussu so er mintist hon ikki, hvussu øll plássini nevndist, sum tey høvdu sungið í og hon hevði heldur ikki fingið við, hvar næsti steðgur skuldi vera.
Men hetta er so fyrimunurin við at hava onkran, sum leggur alt til rættis so tann partin av ferðini nýtist teimum als ikki at hugsa um.
? Eg fylgi bara við, sigur hon.
Tá ið vit hittu hana á máli á miðdegi týsdagin, sótu tey øll í einum bussi á veg á næstu konsertina. Men, hvar hon skuldi vera, hevði hon ikki fingið við.
Hóast tað er strævið, har onkuntíð tríggjar ella fýra konsertir eru á skránni í dagin, stórtrívist Guðrun í hesum lívinum.

Føldust gott
Fríggjakvøldið var eittserligt upplivils tí tá var hon við í arbeiðnum at savna yvir 40 milliónir inn til offrini fyri krígnum í Irak.
? Tað føldust øgiliga gott. Tað føldust gott at vera við í einum góðum tiltaki og tað var eisini øgiliga gott at standa á palli aftur í Forum. Men tað var øðrvísi enn á finaluni í Stjerne for en aften, tí hesuferð vóru ongi føroysk fløgg at síggja og tað var nú eitt heilt serligt upplivilsi at síggja øll tey føroiysku fløggini og at vita sær, at tað vóru so nógvir føroyingar til staðar.
Men tað skerst ikki burtur, at í Forum hetta kvøldið var hon í fínum selskapi, tí har vóru nøkur av størstu nøvnunum í donskum tónleiki. Nevnast kunnu soleiðis hissini, Sort Sol, Brøðirnir Olsen, Sanne Salomonsen, Savage Rose og onnur.
? Tað var eitt sindur undarligt hjá mær at vera í stovu saman við øllum hesum kanónunum og eg føldi meg eitt sindur lítla í fyrstuni. Men tað gekk ikki so leingi, so kom eg at práta við fleiri av teimum og tey vóru virkuliga fitt fólk, so tað var skjótt at eg fekk tað nógv betri.
Ein serligan tokka hevur Guðrum fingið til Sanne Salomonsen.
? Hon er eitt fantastiskt menniskja. Hon segði við meg, at eg hevði eg brúk fyri góðum ráðum, ella fyri onkrum at tosa, skuldi eg altíð verða hjartaliga vælkomin at tosa við hana, tí hon skuldi hjálpa mær alt hon kundi.
?Sanne Salomonsen er sanniliga ikki hvør sum helst, so tað var stórt at fáa at vita. Hon hevur fingist við tónleik í eitt mannaminni, so hon kann skjótt blíva hent í ávikum, sigur Guðrun
Men hon hitti eisini Olsen-Brøðurnar, onkran í Eye Q, Sashu Dupont og onnur og tey vóru øll fitt og løtt at práta við.
Fríggjadagin fer hon til Malta at ferðast í átta dagar og tað var ein partur av vinninginum.

Ikki nervøs
Tey, sum hava sæð Guðruna í sónvarpi hava lagt til merkis, hvussu rólig hon er. Hóast hon bara er 20 ára gomul, er hon still og sáttlig og svarar skilagott og umhugsað uppá teir spurningar hon fær og tykist ikki serliga nervað av øllum hóvastákinum.
Vit spurdu hana, um hon als ikki er nervøs.
? Ikki fyri at syngja fyri áhoyrarum. Men tað er eitt sindur verri, tá ið eg skal tosa nógv, tí tað liggur ikki til mín. Eg var heilt oyðiløgd, tá ið eg fór á pallin í Forum fríggjakvøldið við kekkinum upp á 10.000 krónur, sum Atlantsflog stuðlaði tiltakinum við, tí tá var eg bangin fyri, at tað skuldi blíva ov nógv tos.
Men tá ið eg so fór aftur á pallin at syngja, vóru nervarnir sum blástir burtur.

Tvær konsertir í Føroyum
Hóast tað ikki eydnaðist henni at vera við á páskakonsertini í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin, tí hon varð bundin av uppgávum sum fylgdi við sigrinum í Stjerne for en aften, verða føroyingar ikki við sviðusoð.
Tí fyrst í næsta mánað kemur Guðrun til Føroyar at halda konsert saman við Jacob, sum varð nummar tvey í kappingini og Martin, sum eisini var við.
Í Føroyum verða tvær konsertir: 9. mai verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta verður ein konsert har áhoyrararnir standa og hon byrjar klokkan 23 og bussar koyra ymsastaðni frá í sambandi við konsertina. Dagin eftir, 10. mai, verður konsert í Norðurlandahúsinum í Havn. hetta verður ein konsert við sitiplássum og hon byrjar klokkan 20.
Á hesum báðum konsertunum fer eisini Brandur Enni at syngja onkrar sangir.

Atgongumerki við avslátri
Tað er Føroya Banki, sum er høvuðsstuðul til hesar báðar konsertirnar. Og til konsertina í Fuglafirði, fer bankin at atr selja 100 atgongumerki við stórum avslátri.
Atgongumerkin i við avslátri kunnu keypast á www.kontoin.fo og sølan skuldi lata upp mikudagin 16. apríl.
Vanligir prísur fyri eitt atgongumerki er 195 krónur, men frá Føroya banka kosta tey 125 krónur, so 100 tey fyrstu sum fara inn á heimasíðuna, kunnu ogna sær eitt bíligt atgongumerki.
Annars byrjar sølan ikki fyrrenn eftir páskir.