Tað sæst í ársroknskapinum fyri 2013, sum varð lagdur fram nú um dagarnar. Avlopið fyri skatt var knappar 203 milliónir krónur, og sambært felagnum fekk grønlendski landskassin 215 milliónir krónur í skatti og avgjøldum frá felagnum og starvsfólkinum í fjør.
Polar Seafood er millum feløgini, sum eru farin upp í fiskiskapin eftir makreli, og júst hesin parturin av virkseminum hevði avgerandi ávirkan á úrslitið í fjør. Henrik Leth, nevndarformaður í Polar Seafood, vísir í hesum viðfangi á, at tað var ikki bara teirra felag, sum fekk gagn av makrelinum. Tað fekk tað almenna eisini, tí makrelurin gjørdi, at fíggjarlógin javnvigaði.
Leiðslan í Polar Seafood væntar ikki, at tað fíggjarliga úrslitið í ár verður líka gott sum í fjør orsakað av broytingum á marknaðinum og broyttum lógar- og brúkarakrøvum.