Business-line: Búskaparliga hevur tað gingið sum eftir ánni, síðan nýggir eigarar við Frimodt Rasmussen, stjóra á odda, yvirtøku gomlu sleipistøðina í Klaksvík.
Tað skuldi vísa seg at verða eitt gott hugskot hjá Frimodt Rasmussen, maskinmeistara, saman við øðrum at yvirtaka gomlu sleipistøðina í Klaksvík. Virksemið er síðan yvirtøkuna í 2011 fleirfaldað, og hetta hevur skapt hópin av nýggjum arbeiðsplássum í fyritøkuni.
P/F Klaksvíkar sleipistøð, sum í dag er best kend sum KSS, er umframt sleipistøð ein smiðjudepil, har alt vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið.
KSS er eisini heildarveitari til viðlíkahalds- og umbyggingararbeiði, har fyritøkan saman við undirveitarum tekur sær av øllum viðurskiftum, sum hava við projektið at gera.
Les meira í BL.FO við AT TRÝSTA HER










