TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jan Dam Vang frá ungdómsnevndini í Víkingi í sendingini "Gullradio" á Rás2.
Jan Dam Vang slær fast, at øll, sum vilja spæla fótbólt og verða partur av felagsskapinum eru vælkomin uppí Víking. Víkingur hevur havt 20 lið í yngru deildunum, og fleiri av teimum hava staðið seg væl í ár.
Jan Dam Vang undirstrikar, at tað er ótrúliga gott, at effospælararnir hjá Víkingi eru fyrimyndir hjá yngru spælarunum, og tá dessertin verður serverað á veitsluni hjá Víkingi eru tað effodeildarspælararnir, sum borðreiða fyri gestunum.
Ungu spælararnir ganga eisini høgt uppí effoliðið, hvørs spælarar møta upp og døma fleiri av dystunum hjá yngru spælarunum.
Jan Dam Vang er eisini ein íðin Víkinga-fjeppari, og hann fortelur eisini hvussu hann upplivdi at fáa fyrsta FM-heitið í hús.