Í vár varð farið undir at byggja barnagarðin og nú eru útveggirnir komnir upp, so ein fær eina ábending um, hvussu stovnurin kemur at taka seg út.
Barnagarðurin er vestanfyri sethúsini, sum í eini 8 -9 ár hava hýst barnagarði og vøggustovu, men sum ongantíð vóru ætlað sum endalig loysn.
Frammi hevur verið, at nýggi barnagarðurin hevur pláss fyri 48 børnum fulla tíð og 16 hálva tíð og ein stova er eisini fyri børn við serligum tørvi.