Gongur væl í Vági

Tangavirkið í Vági hevur røtur langt afturi í tíðini. Maðurin, sum legði lunnar undir virkið, var Palli Mortensen, vanliga róptur Argjapalli. Hetta var í februar mánað í 1932, og soleiðis verður Tangavirkið áttati ár í komandi ári.

Eftir Argjapalla, tók sonurin, Bent Mortensen, við, og nú er virksemi í triðja ættarliði, har sonur Bent, Mortan Mortensen, situr á ovastu rók.

Í 1998 varð felagið gjørt um til partafelag við navninum Smiðja og maskinverkstaður P/F Tangavirki.

Tann, sum ikki veit betri, heldur kanska, at høvuðsframleiðslan hjá Tangavirkinum er tangar, men so er ikki. Upp ígjøgnum árini hevur felagið gjørt hópin av tangum, bæði stórum og smáum. Vanliga eru hetta tangar gjørdir úr stáli og klæddir við glastrevju. Nú Effo byggir nýtt í Saltangará, hevur virkið í Vági eitt nú framleitt og leverað tríggjar tangar, sum eru á 30.000 litrar hvør.

Í sínari tíð framleiddi felagið eisini nógv kør til alivinnuna, og teir hava eisini gjørt nógvar flutningstangar til smolt og annað.

- Eg vil meta, at framleiðslan av tangum av ymiskum slagi liggur um eini 10% av samlaða umsetninginum, sigur Mortan Mortensen, stjóri á virkinum.

Teir 15 menninir, sum starvast á Tangavirkinum, taka sær eisini av nógvum øðrum uppgávum og eitt, sum felagið er vorðið kent fyri, er rekkverk og trappur úr stáli, bæði til uttandura-og innandurabrúk.

- Vit hava leverað rekkverk til byggingina hjá Valbjørn Dalsgarð á Argjum, og vit vóru eisini undirveitarar hjá Articon, sum læt nýggja skúlan á Argjahamri úr hondum í summar.

Stjórin sigur, at teir arbeiða bæði við rustfríum og ikki rustfríum, og teir arbeiða eisini við aluminium. Teir montera eisini fyri keyparar, um tað er ynskiligt.

- Tað hevur ongantíð gingið so væl hjá okkum sum hesi seinnu árini. Vit hava verið hepnir og hava soleiðis ikki merkt nakað til búskaparkreppu. Besta árið hjá okkum nakrantíð var árið í fjør, sigur Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum í Vági.