Gongur væl á sandinum í Vági

Leygardagin varð farið undir at gera park á Sandinum í Vági. Arbeitt hevur verið alla vikuna, og leygardagin verður aftur boðað til arbeiðis, har øll áhugaði kunnu hjálpa til. Byrjað verður klokkan 9.30.

Seinasta leygardag vóru eini 25 kvinnur, menn og børn komin saman á Sandinum í Vági at hjálpa til, tá verkætlanin at gera park á Sandinum fór í gongd. Síðan tað er gjørd girðing á sunnaru síðu, inngongdin á norðaru síðu, pelar eru settir upp á eystaru og vestaru síðu, og dreningar eru grivnar.

Nú leygardagin verða so fyrstu runnarnir plantaðir á sunnara parti av Sandinum, har 300-350 runnar skulu plantast. Verður uppmøtingin góð leygardagin, verður girðing á norðaru síðuni eisini gjørd, umframt at farið verður undir hylin í parkini.

- Møtið fjølment í Stóra Pakkhúsi klokkan 9.30 leygarmorgun, har kunnað verður um arbeiðsætlanina fyri dagin. Heitt verður á fólk um at hava amboð við (spaka, krákunev, hakkara). Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, arbeiðið er til allar hendur, siga fyrireikararnir.