Gongur væl á Nesi

Fyri umleið fimm vikum síðan vórðu fyrstu formarnir í byggingini av nýggjum Blákrossheimi á Nesi fyltir við betongi og í dag, nú myndamaður hjá Portalinum hugdi fram við, sá byggiplássið soleiðis út, sum myndin vísir.

Nú eru fleiri formar stoyptir, og sigast kann ikki annað enn, at her gongur rætta vegin. Bygningurin byrjar nú rættiliga at taka skap.

Tað er KBH byggivirkið á Toftum, sum er høvuðsarbeiðstakari, og tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og fer at hava eftirlitið í byggitíðini.

Undirveitarar eru millum aðrar Rók-El í Saltnesi og Zacharias Leitisstein í Runavík, sum fer at gera HVS-arbeiðið.

Bygningurin verður í einari hædd á umleið 800 fermetrar.

Ætlandi verður nýggja Blákrossheimið liðugt um eitt ár ella so, og tá verður alt virksemið hjá Blákrossheiminum flutt inn á Nes.

Myndina tók Birgir W. Høgnesen í dag.