Gongur væl í Hvannasundi

Um lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni higartil í ár, sammett við í fjør, verður nýttur sum grundarlag at meta út frá, so kann ikki sigast annað, enn at tað gongur væl í Hvannasunds kommunu.

Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var fyribilsskattainntøkan í kommununi 9,48 prosent størri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Eingin onnur kommuna hevði so stóran lutfalsligan vøkstur í skattainntøkuni.

9,48 prosent í inntøkuvøkstri svarar til 876.902 krónur. Í ár var inntøkan 10.129.383 krónur. Í fjør var hon 9.252.481 krónur.

Í Hvannasunds kommunu eru bygdirnar Hvannasund, Norðdepi, Depli og Norðtoftir.

Kommunuskattaprosentið í Hvannasunds kommunu í ár er 21,0, ið er tað sama, sum tað var í fjør.

Næststørsti lutfalsligi vøksturin í kommunuskatti fyrstu ellivu mánaðirnar høvdu Vága kommuna og Eiðis kommuna, har hækkingin var ávikavíst 8,53 prosent og 8,21 prosent. Í Vága kommunu var vøksturin 3,9 milliónir krónur, og í Eiðis kommunu var hann 1,26 milliónir krónur.