Tað hevur hilnast væl hjá Samskip við farmaleiðini millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið, sum byrjaði í april mánað. Undirtøkan hevur verið góð líka frá byrjan, og í løtuni verður bíðað eftir, at feskfiskaútflutningurin verður klárur um mánaðarskiftið august/septembur. Sølustjórin á Samskip, Niclas Niclasen, hevur sera góða vónir til hendan partin av útflutninginum, sum í løtuni bara sær út til at vaksa.
Skjótan feskfiskaflutning
Samskip byrjaði nýggju farmaleiðina við einum skipi, Skaftafelli, men longu í juni varð neyðugt at seta eitt skip afturat inn í siglingina, og reiðaríið keypti tá skipið Akrafell. Við tveimum skipum á rutuni varð ferðaætlanin samstundis broytt soleiðis, at nú verður sigt av Klaksvík hvørja viku í staðin fyri aðruhvørja. Broytingin hækkaði munandi um tænastustøði, serliga fyri feskfiskaútflutningin, tí farið verður úr Klaksvík mánakvøld, og longu hósmorgun er fiskurin klárur at útflyggja í Onglandi.
Komnir fyri at vera
Stutt eftir, at Samskip var byrjað flutningin úr Klaksvík, fór Eimskip undir flutning á somu leið. Men sambært Niclas Niclasen fer hetta ikki at ávirka teir stórvegis, av tí at Eimskip siglir við plattum, meðan skipini hjá Samskip flyta full-load bingjur.
Nógva tosið um loftvegis fiskaflutning fær heldur ikki sølustjóran at kenna seg hóttan, tí tær nøgdirnar koma at verða so smáar og lutfallsliga dýrar, at talan neyvan fer at verða um veruliga kapping.
- Føroyski fiskaútflutningurin fer altíð at hava brúk fyri fleiri rutum, men vit eru ein av teimum, sum er komin fyri at vera, sigur Niclas, sum í allar mátar hevur góðar vónir um framtíðina, ikki minst orsakað av góðu undirtøkuni.
Longu frá byrjan hevur Samskip tikið sær av mest sum øllum fiskaflutninginum úr Klaksvík, og rættiliga skjótt komu eisini partar av Eysturoynni og Havnini við. Nakað kemur eisini úr Suðuroynni og í løtuni verður arbeitt við at fáa Vágoynna við.










