Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, er nú av álvara við at brynja seg til donsku Superliguna, sum byrjar aftur um góðan mánað. Higartil hevur tað gingist væl hjá Viborg, sum hevur fingið nógvar nýggjar leikarar á liðið. Fyri viku síðan leiktu teir javnleik 1-1 móti svenska GAIS, og um vikuskiftið megnaðu teir at vinna 2-1 á FC Midtjylland. Súni Olsen var ikki við fyrra dystin, men var við til at tryggja Viborg flotta sigurin í gjár.
- Eg má siga, at móttøkan hevur verið fantastisk. Eg havi verið væl móttikin, og tað er sera umráðandi, tá ið skift verður felag. Vit eru nógvir nýggir á liðnum, men at vit eru falnir væl til, haldi eg vit prógva á vøllinum, sigur Súni Olsen við heimasíðuna hjá Viborg FF