Gongur væl hjá Súna og Viborg

Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, er nú av álvara við at brynja seg til donsku Superliguna, sum byrjar aftur um góðan mánað. Hann skal saman við hinum leikarunum royna at bjarga Viborg FF frá niðurflyting úr fremstu donsku deildini.

Higartil hevur tað gingist væl hjá liðnum, sum hevur fingið nógvar nýggjar leikarar á liðið. Fyri viku síðan leiktu teir javnleik 1-1 móti svenska GAIS, og í gjár megnaðu teir at vinna 2-1 á FC Midtjylland. Súni Olsen var ikki við fyrra dystin, men var við til at tryggja Viborg flotta sigurin í gjár.

 

Sjálvur kennir Súni seg væl tilrættis í felagnum.

- Eg má siga, at móttøkan hevur verið fantastisk. Eg havi verið væl móttikin, og tað er sera umráðandi, tá ið skift verður felag. Vit eru nógvir nýggir á liðnum, men at vit eru falnir væl til, haldi eg vit prógva á vøllinum, sigur Súni Olsen við heimasíðuna hjá Viborg FF.