Gongur væl hjá SÍ

Ikki kann sigast annað enn at tað gongur væl hjá flogbóltinum í Sørvági.

SÍ-Fram 3-0 (25-22, 25-15, 25-21)


Ikki bara kvinnurnar visa styrki, men so sannuliga eisini mennirnar, ið liggja á odda, hóast teir hava spælt fleiri dystir enn liðið á øðrum plássi, ÍF.


Sørvingar høvdu vitjan av Fram, úr Havn, og havnamenn sluppu avstað aftur, sum teir komu, við ongum. Tað var SÍ, ið setti dagskránna í Sørvági, og gjørdu teir tað eisini so sannførandi, sum at vinna greiðan 3-0 sigur.


Ongin ivi

Havnamenn royndu at bíta frá sær, men lítið batti, tí SÍ vóru teir neyvaru, og fóru eisini við stigunum, sum prógv um tað. Fyrsta sett var hampuliga javnt, og endaði tað eisini 25-22, men hini bæði settini, ið tá írestaðu, vóru ikki líka jøvn. SÍ vann tey bæði við ávíkavist 25-15 og 25-21.