S/pf Rock byrjaði í 2004 og fyrsta roknskaparár, 2004 –2005, var sera gott. Virksemið tá var mest umvælingar av trollemmum.
Stígur kom í fyrst í 2006, men endaði tað væl, tí Rock kom á marknaðin við tveimum nýggjum sniðum av trollemmum.
Eksploderaði
- Sancy og Enniberg fingu hvør sítt sett av lemmum at royna við, og Enniberg gjørdi mettúr, sigur Hans Joensen, stjóri í S/pf Rock.
- So eksploderaði, og síðani hava vit sent lemmar til Íslands og fleiri til Noregs og eitt franskt skip kemur í næstum eftir lemmum, umframt at t.d. Sundaberg, Skálaberg, Sjagaklettur, Suðringur, Roc Amadour, Vesturvón og Skálafossur hava lemmar frá Rock, greiðir Hans Joensen frá.
Hann fegnast um, at rættilig ferð er á framleiðsluni, og 10 sett hevur Rock niðurfyri at framleiða og tað merkir støðugt arbeiði fram til Jóansøku.
Tvey nýggj snið
- Tað hevur gingið betri, enn vit tordu at droyma um, tá vit komu við sniðunum Super Shark, sum er til botntrol, og SeaBat, ið er til flótitrol, sigur Hans Joensen.
- Vit fáa bara góðar afturmeldingar frá skipunum, ið hava fingið lemmarnar, sigur Hans, sum nú fegnast um, at t.d. norski báturin Havstrand í vikuni var á Vági eftir lemmum og at Finnur Fríði, sum eisini hevur lemmar frá Rock, hevur meldað aftur, at royndirnar eru sera góðar.
Ljós framtíð
Í løtuni arbeiða 12 mans hjá S/pf Rock í Vági og 3 lærlingar eru í skúla í Havn, men hava eitt ár eftir av lærutíðini, tá teir koma aftur av skúlanum í summar.
- Men vit hava nóg mikið at gera og kundu brúkt einar 3 – 4 sveisarar afturat, sigur Hans Joensen.
Hans sigur, at í løtuni leigar Rock framleiðsluhøllina frá Eik, men tá ymisk viðurskifti koma á pláss, er ætlanin at keypa høllina og at byggja út, so virkið fær skrivstovubygning og brúsur og tílíkt til arbeiðsfólkini.
- Vit hava gjørt íløgur í skip og útgerð og í lastbil, sum varð goldin eftir einum ári, sigur Hans Joensen, vanliga nevndur Hans í Líðini, sum fegnast um at standa á odda í S/pf Rock, sum stevnir við fullari ferð frameftir.