Gongur væl hjá Pan Fish

Tað gongur nógv betur fíggjarliga hjá stóru norsku alifyritøkuni Pan Fish, enn tey flestu høvdu væntað.

Fyrradagin almannakunngjørdi fyritøkan roknskapin fyri juli ársfjórðing. Hann vísti, at raksturin hevði givið 97,8 milliónir krónur í avlopi teir tríggjar mánaðarnar. Tað svaraði til næstan 20 prosent av søluni, og so góðum úrsliti hevði norski fíggjarheimurin ikki roknað við, skrivar Aftenposten.

Atli Eide, stjóri í Pan Fish, sigur, at nú er vend komin í hjá fyritøkuni. Fleiri tillagingar og umskipanir eru framdar, og tað hevur millum annað havt við sær, at í dag kostar tað Pan Fish 19,17 norskar krónur at virka eitt kilo av aldum laksi. Men fyritøkan hevur sett sær fyri at fáa framleiðslukostnaðin uppaftur longri niður, sigur stjórin.