Gongur væl hjá J. Lauritzen

Tað gongur væl hjá danska reiðarínum J. Lauritzen, sum fleiri føroyingar sigla við.

Nýggj tøl frá felagnum vísa, at raksturin fyrra hálvár gav 102 milliónir dollarar í avlopi samanborið við 4,2 milliónir dollarar fyrra hálvár í fjør.

Inntøkurnar teir fyrstu seks mánaðirnar í ár vóru 383,8 milliónir dollarar ímóti 252,7 milliónum dollarum fyrra hálvár í 2009.

J. Lauritzen hevur góðar vónir um tað, sum er eftir av árinum. Leiðslan væntar, at eftirspurningurin eftir flutningi á sjónum verður stórur seinna hálvár, og við ávísum fyrivarni væntar leiðslan, at avlopið fyri árið í ár verður góðar 120 milliónir dollarar.