Fiskivinna
Á aðalfundi Føroya Reiðarafelagsins herfyri vísti Jákup Sólstein í síni formansfrágreiðing á, at limir felagsins høvdu eitt gott ár í fjør. Hetta merktist eisini aftur í samfelagnum annars.
- Gongur væl hjá høvuðsvinnuni, gongur eisini væl hjá landinum.
Hann segði, at avreiðingarvirði fór yvir tær tvær miljardirnar, og at bara limirnir í
Reiðarafelagnum høvdu hýruútreiðslur uppá 740 milj. krónur.
- Taka vit umsitingarlønir og avlop við, man okkara beinleiðis ískoyti bara í skatti
liggja væl yvir 300 milj. krónur. Hetta svarar til 66 oyru fyri kg., sum reiðarar og fiskimenn lata almennu kassunum, segði Jákup.
Fellir á mong
Hann vísti á, at torørt er at siga, hvat beinleiðis avreidda virði av hesum virksemi er,
men helt, at talan man vera um hundraðtals miljónir, ið árliga verða vunnar av bankum, tryggingarfeløgum, oljufeløgum, skipasmiðjum, reiðskapsframleiðarum, heilsølum, flutningsfeløgum og aðrari tænastuvinnu.
- Tað eru heldur ikki so fá almenn arbeiðspláss, ið eru ein beinleiðis avleiðing av tí
virksemi, sum vinnan fremur.
Jákup helt, at hetta eigur at geva teimum okkurt at hugsa um, sum í tíð og ótíð eru úti
um seg við ymiskum pástandum um fiskivinnuna.
- Tí, tað eru tey, sum halda, at fiskivinnan einans er eitt fyribrigdi, sum á meira ella minni ólógligan hátt hevur tiltuskað sær rættin til ?ogn Føroya fólks? uttan at gjalda nakað fyri tað, segði formaðurin í reiðarafelagnum.










