Guðrið Hansdóttir hevur fingið góða móttøku í Íslandi, har hon nú býr. Hon hevur spælt nógvar konsertir, og hennara fløga er nú á lista hjá Morgunblaðnum yvir bestu útlendsku fløgurnar
Síðani september hevur føroyska songkvinnan Guðrið Hansdóttir verið búsitandi í Íslandi. Hon flutti hagar, tí hon fór á tónleikaskúla, og tí hon vildi royna seg sum tónleikari í Íslandi. Og tað hevur gingið væl hjá Guðrið.
- Íslendingar hava tikið sera væl ímóti mínum tónleiki. Eg havi spælt nógvar konsertir, tónleikur hjá mær hevur eisini verið spældur í útvarpi, og eg havi eisini selt fitt av fløgum, sigur Guðrið.
Hon hevur havt nógvar framførslur, og hon hevur millum annað spælt til størri tiltøk sum Iceland Airwaves og Reykjavík Calling í Seattle.
Nú um dagarnar valdi íslendska Morgunblaðið 10 tær bestu útlendsku fløgurnar í farna ári, og ein av teimum, sum verður tikin burtur úr rúgvuni, var júst fløgan hjá Guðrið.










