Tey skipa fyri túrum víða hvar í Eysturoynni, men leita sær eisini í aðrar oyggjar, m.a. Norðoyggjar, Vágarnar og tær smærru oyggjarnar.
Tey hava lagt eina fjølbroytta skrá til rættis fyri alt árið, saman við Kunningarstovuni í Runavík, og har ber til at síggja, hvagar leiðin ber næstu ferð. Tað kostar einans 150 kr. at gerast limur í felagnum.
Túrarnir eru ymiskir í torleika, og tí verður frammanundan sagt, um talan er um ein lættan ella tungan túr. Sum skilst er ætlanin haraftrat at fara uttanlands í ár.