Gongur væl hjá alivinnuni

Framleiðslan av aldum laksi og sílum fyri allar Føroyar kemur upp á umleið 41.000 tons í ár við einum útflutningsvirði upp á millum 900 mill. kr. til eina milliard. Hetta svarar til umleið 25 % av samlaða útflutninginum og er á sama støði sum tey góðu árini 2001 til 2003. Í fjør útfluttu vit góð 21.000 tons fyri knappar 600 mill. kr., so her er ein stór framgongd. Eisini sær 2009 hampuligt út. Positiv tekin eru á amerikanska marknaðinum. Bera vit okkum rætt at, skuldi alingin kunnað givið eitt rímuligt 2009 sigur Óli Hansen, stjóri á kryvjivirkinum Luna í Sørvági.

Á kryvjivirkinum hjá Luna í Sørvági hevur verið arbeitt nærum hvønn dag, síðani virkið varð tikið í brúk í seinnu helvt av august í ár. Luna byrjaði at kryvja í Sørvági í 2007 í gamla bygninginum hjá Sørvágs Laks, og í summar fluttu teir kryvjingina út í fyrrverandi saltfiskabygningin hjá flakavirkinum í Sørvági longur úti á keiuni. Innrætting og framleiðslugongd var tilrættisløgd í samarbeiði við NOMATEK, sum hevur framleitt og uppsett ein stóran part av útgerðini.

 

Óli Hansen, stjóri á kryvjivirkinum, letur væl at nýggja virkinum. Teir høvdu lagt eina stramma tíðarætlan, sum helt. Teir byrjaðu í august, og síðani varð virkið ikki steðgað aftur. Innkoyring og tillagingar vóru gjørdar so hvørt. Virkið kryvur og pakkar 30 tons í einum skifti, sum er gott við einari kryvjimaskinu. Teir kunnu nærum tvífalda framleiðsluorkuna við at seta eina maskinu inn afturat, um tørvur verður á tí. Ein stórur fyrimunur hevur tað verið, at Luna beinanvegin gjørdi íløgur í automatiska kassaføðing frá Nomatek, við møguleika fyri automatiskt at pakka í flogpakning. Hetta hevur gjørt, at teir hava kunnað útflutt ein rættuliga stóran part, um 30-40 %, til USA. Á Luna rokna teir við at kryvja 5000 tons komandi ár. Á Luna arbeiða 22 fólk, íroknað tríggir blóðgarar.

 

Óli Hansen metir, at samlaða framleiðslan av laksi og sílum fyri allar Føroyar kemur upp á umleið 41.000 tons í ár við einum samlaðum útflutningsvirði í 2008 upp á millum 900 mill. kr. til eina milliard. Hetta svarar til umleið 25 % av samlaða útflutninginum og er á sama støði sum tey góðu árini 2001 til 2003. Í fjør útfluttu vit gott 21.000 tons fyri knappar 600 mill. kr., so her er ein stór framgongd.

 

Fíggjarkreppan og útlitini fyri 2009

Fíggjarkreppan hevur havt stóra ávirkan á laksamarknaðin. Okkara høvuðsmarknaður er EU, og prísurin liggur í løtuni á gott 20 kr/kg, sum er ájavnt framleiðslukostnaðin, so beint nú liggur einki eftir. Kundarnir eru færri, og teir hava nógv minni keypiorku. Í løtuni eru tað bert roykivirki og portiónsvirki, sum keypa laks, og tey keypa minni nøgdir í senn. Ferskfiskamarknaðurin, har serliga Boulogne í Fraklandi hevur verið ein stórur marknaður, er næstan minkaður niður í einki.

 

Í løtuni er laksurin í Føroyum sera stórur, ein stórur partur vigar yvir 6 kg. Tann stóri marknaðurin í Europa er fyri laks í støddini 3-5 kg, meðan marknaðurin fyri stórum laksi er minni og harvið meira viðbrekin. Hann verður skjótari mettaður. Harafturímóti vil USA bara hava stóran laks.

 

Óli Hansen metir, at útlitini fyri 2009 eru hampulig og út frá tí, sum gongur í sjónum, kemur nøgdin at verða umleið tann sama sum í ár. Teir stóru á marknaðinum í Europa eru Norra við umleið 700.000 tonsum, Skotland umleið 200.000 tons, Føroyar 40.000 tons og írar við umleið 20.000 tonsum. Framleiðslan í Norra sær út til at vaksa við eini 10-15 %. Tað, saman við, at norska krónan er fallin, kann koma at trýsta prísin á marknaðinum. Men hinvegin hava føroyingar nakrar aðrar framleiðslufyrimunir. Vit hava ongar sjúkur at stríðast við, laksurin veksur heldur skjótari í Føroyum enn í Norra, og okkara vitan og serkunnleiki um aling er á einum høgum støði. Fellið, t.v.s. tann parturin, sum doyr burtur av í sjónum, liggur hjá norðmonnum um eini 10-15 %, meðan okkara felli liggur um 5 %.

 

Ein fjørður, eitt ættarlið

Laksurin, sum nú verður kruvdur á Luna, er klaktur um heystið í 2006 og koyrdur á sjógv sum smolt síðst í juni 2007 við eini miðalvekt upp á umleið 50 g. Nú 17-18 mánaðir seinni vigar hann 6 kg. T.v.s samlaða framleiðslutíðin liggur um gott 2 ár.

 

Alt smoltið er í dag vaksinerað móti ILA. Og allir alarar í Føroyum hava í dag minst 3 økir at ala á. Tað er bert loyvt at ala eitt ættarlið á hvørjum firði. Tá ið ein fjørður er liðugur at taka, skal øll útgerðin takast upp og reinsast, og fjørðurin skal liggja í frið í minst 2 mánaðir, áðrenn nakað verður sett út aftur.

 

Norðmenn hava nakað av ILA. Teir eru fyrst nú byrjaðir at vaksinera móti ILA, og teir stríðast nógv við eina sjúku, sum nevnist PD (sjúku í búkspýttkertlinum). Á amerikanska marknaðinum er Kili ein kappingarneyti, men teir eru sera hart raktir av sjúku, og framleiðslan er minkað niður í næstan einki.

 

So alt í alt metir Óli Hansen, at 2009 sær hampuligt út. Positiv tekin eru á amerikanska marknaðinum. Bera vit okkum rætt at, skuldi alingin kunnað givið eitt rímuligt 2009.