Gongur væl í føroyskum fótbólti

(Ljóðsamrøða frá Rás2) FSF-forsetin tók samanum fótbóltsárið 2016 á Hotel Føroyum ígjár

Í samband við tiltakið har ársins bestu í føroyskum fótbólti vóru heiðrað á Hotel Føroyum ígjár gjørdi André Olsen eina samrøðu við FSF-forsetan, Christian Andreasen.

 

Christian Andreasen heldur, at talan hevur verið um eitt minniligt kappingarár við góðum úrslitum hjá føroyska landsliðnum, og ikki minst einum søguligum úrsliti hjá føroyska U17 landsliðnum, sum megnaði at vinna seg víðari úr undankappingini.

 

Christian Andreasen heldur, at vit hava havt eina góða og spennandi landskapping, og vit eru í einari góðari menning í føroyskum fótbólti. 

 

Christian Andreasen vísti á, at tað eru tey, sum vilja hava átta lið í bestu deildini, og onnur vilja hava 10 ella 12 lið í bestu deildini. FSF forsetin heldur tó, at mest talar fyri, at tað verða 10 lið í bestu deildini.