Gongur væl at selja tosk

Besti prísurin á toski 1 fór í dag upp um 30 krónur fyri kilo á Fiskamarknaði Føroya. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var 27,21 fyri kilo Meðan toskur hevur hampiliga góðan prís á Fiskamarknaði Føroya, gongur minni væl at fáa góðan prís fyri eitt nú hýsu, brosmu og longu.

Besti toskaprísurin í dag var stívliga 30 krónur fyri kilo. Hetta var fyri tosk 1. Miðalprísurin fyri bestu toskastøddina var annars góðar 27 krónur fyri kilo.

Toskur 2 fór fyri 24,29 krónur í miðal fyri kilo og toskur 3 fyri slakar 17 krónur fyri kilo.

Størstu nøgdirnar vóru av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 13,24 krónur fyri kilo.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at nøgdirnar av toski eru øktar í seinastuni, og kortini hava prísirnir verið rættiliga støðugir.

- Toskaprísurin er farin spakuliga uppeftir, men enn er fiskurin ikki vorðin so dýrur, sum hann var fyri einum ári síðan, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Fyri onnur fiskasløg er lítil øking at síggja í prísi, og tó at nøgdirnar av hýsu eru smáar, er ikki líkt til, at hýsuprísurin er batnandi.

Prísirnir á longu og brosmu eru heldur einki serligir í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Samlaða sølan í dag var 245 tons, sum fóru fyri tilsamans 2,4 miljónir krónur.