Martin Kúrberg, grindaformaður, sigur, at nú gongur skjótt at reka grindina. Í løtuni eru tey eini tríggjar fjórðingar norð úr Stakkinum.
Tað hevur gingið væl at reka grindina og í løtuni er um 14 bátar, men fleiri leggjast afturat so hvørt grindin kemur nærri.
Grindin hevur onkuntíð hava hug at fara vestureftir, men sum heild hevur gingið væl at reka, sigur Martin Kúrberg.









