Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, sigur at tað gongur væl við uppstillingini til býráðsvalið í Klaksvík.
-Tað eru komin eini 10 nøvn á listan, men vit ætla at fylla listan, ið er 15 nøvn. Hann sigur víðari, at hann vil ikki kom út við fleiri nøvnum inntil listin er klárur, tí tað forstýrar ov illa mannagongdina um ikki øll verða kunngjørd í senn.
Sum skilst, so eru núverandi býráðspolitikkarar fyri Fólkaflokkin øll spurd, um tey stilla upp aftur og sannlíkt er, at øll taka av.
Fólkaflokkurin er størsti flokkur í Klaksvíkar býráð og fekk fimm umboð vald seinasta val:
Gunnvá við Keldu (302)
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir (138)
Eyðstein Ó. Poulsen (108)
Atli S. Justinussen (107)
Herfríð Sørensen (87)
Símun Gullaksen sigur, at eftir ætlan verður seinasti uppstillingarfundur í september mánaði og tá verður endaligi listin lagdur fram.