Um hálvan desember varð stóra framleiðsluhøllin, sum trolvirkið P/F Vónin letur byggja Úti á Enni í Fuglafirði, reist. Hetta var tískil ein stórur dagur í søgu felagsins.
Øll stálkonstruktiónin er komin upp at standa og aftrat framleiðsluhøllini er eisini ein tilbygningur stoyptur, har skrivstovuvirksemið hjá felagnum í Fuglafirði skal húsast.
Tað er byggifelagið J & K Petersen Contractors, sum stendur fyri stóru verkætlanini hjá Vónini, og hjá felagnum siga tey í dag, at arbeiðið í Fuglafirði gongur væl.