Gongur væl at byggja uppsjóvarvirkið

Tvøroyrar kommuna hevði í vikuni almennan kunningarfund um nýggja virkið, sum verður bygt á Tvøroyri.

- Nú er alt hent so skjótt. Í januar boðaði Varðin frá, at ætlanin var at byggja nýtt virki á Tvøroyri, og at virkið skal standa liðugt longu í summar. So, nógv skuldi henda innan stutta tíð. Hetta nýggja virkið er tvífalt so stórt sum gamla flakavirki.

Tað skrivar Varðin á síni heimasíðu í dag.

- Fundurin skuldi byrja mikudagin klokkan 19, men hann varð útsettur í ein tíma, tí grind legði beinini í Trongisvági, og seðlarnir komu út, júst tá fundurin skuldi byrja. Hetta hevur helst nervað fundin eitt sindur, men kortini møttu eini 80-90 fólk upp.

Varðin skrivar á síni heimasiðu, at Pauli Einarsson, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu, bjóðaði vegna kommununa øllum at vera vælkomnum og greiddi eitt sindur frá, hvør kommununar partur av arbeiðnum er.

Síðani tók Bogi Jacobsen, stjórin hjá Varðin Pelagic, yvir og takkaði fyri móttøkuna, sum teir hava upplivað hana - bæði frá kommununi og íbúgvunum.

Arni Carlsen, verkætlanarleiðari, greiddi í smálutum frá, hvussu virkið kemur at síggja út og Eyð Ejdesgaard, góðskuleiðari, greiddi frá um, hvørja ávirkan virkið kann hava á nærumhvørvið, og hvat Varðin Pelagic ætlar at gera við hetta.

Tað skrivar Varðin á síni heimasíðu um almenna fundin á Tvøroyri mikudagin.

Portalurin loyvir sær at prenta nakrar myndir av virkinum á Tvøroyri, sum Varðin hevur á síni heimasíðu.

Varðin leggur aftrat, at tað gongur eftir ætlan við arbeiðnum at byggja virkið á Tvøroyri, og bygningarnir vórðu reistir fyri júst einum mánaði síðan.