Tað er gongd komin aftur í boringina av Eysturoyartunnilin eftir, at arbeiðsfólkið hevur verið í summarferiu. 31. juli fóru tunnilsliðini aftur til verka, og hava liðini síðan borað 223 metrar.
Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir í dag, at fyrstu vikuna vóru boraðir 37 metrar á Strondum og 41 metrar á Hvítanesi, tá einans varð arbeitt við einari vakt.
Í síðstu viku gekk betri, tá aftur bleiv arbeitt í tveimum vaktum. Tá vóru boraðir 70 metrar á Strondum og 75 metrar á Hvítanesi, og er tað tað mesta, ið er borað higartil í báðum støðum.
Frammanundan var metið á Strondum 67 metrar, og varð tað sett í mai mánað, meðan tað á Hvítanesi var 74 metrar, og varð tað sett í juli.
Lagt aftrat tí, ið varð gjørd áðrenn summarferiuna, so merkir tað, at tað á Strondum eru nú boraðir í alt 729 metrar og á Hvítanesi 509 metrar.
Eftir ætlan verður tunnilin klárur at taka í brúk í 2020.