Gongur upp eftir við trappunum

Snikkarakjallarin í Dali er lítil í vavi, men hevur kortini megnað at glett mong føroysk heim við trappum sínum. Herfyri vóru tríggir køkar í gerð samstundis, meðan aðrir eru umbidnir.  Jú, eg haldi at fólk eru glað fyri tað, sum vit gera, sigur snikkarin, Janus á Húsagarði.

Dalur: Tað tyktist kanska sum óðamannaverk at fara undir eitt snikkaravirki í eini so fjarskotnari bygd sum í Dali.
Soleiðis hildu helst mong, tá Bødvar Poulsen fyri nøkrum árum síðani byrjaði Snikkarakjallaran í Dali.
Og tá hann so eisini fekk sær ein lærling, so var kanska ovboðið hjá mongum. Kundi tað yvirhøvur fara at bera seg at hava eitt slíkt virki í Dali í Sandoynni?
Hevði hann haraftrat hugsað um samferðsluna, flutningin eftir teimum smølu vegunum og hálkuna á vetrartíð?
Men Bødvar og hjálparmaður hansara, Janus á Húsagarði hava veruliga prógvað, at dugur var í teimum og at alt tosið og allur ivin hjá fólki, varð gjørdur til skammar.
Teir hava havt úr at gera, og hava framvegis úr at gera. Tað fingu vit eisini prógv fyri, tá vit ein dagin herfyri vitjaðu hetta snikkaravirkið í Dali.
Í framleiðsluhøllini var timbur og skáp at síggja allastaðni  klárt at gerast til framtíðar køkar í heimum kring alt Føroya land. Aðrastaðni sást timbur, sum einaferð í framtíðini verður til eina trappu í onkrum heimi  kanska har suðuri í Suðuroynni ella har norðuri á Viðareiði.
 Sum tú sært. Her er úr at gera hjá okkum báðum, sigur Janus, samstundis sum hann er í ferð við at gera klárt til ein nýggjan køk úr føroyskum viði.
Leyp bara í tað
Eftir at hava lært til snikkara varð Janus útlærdur her í Snikkarakjallaranum fyrr í summar.
Janus er sjálvur úr Havn, og ætlar sær tí eisini aftur til Havnar í næstum.
 Men eg lovaði Bødvari, at eg skuldi verða her eina tíð aftrat. Og tað ætli eg mær at halda, sigur ein brosandi Janus.
At Janus yvirhøvur kom ta longu leiðina til Dals byrjaði á einum heilt øðrum staði, nevniliga úti í Nólsoy.
Í samband við eina av Ovastevnunum hittust Janus og Bødvar til eitt prát. Teir kendust frammanundan og tí var lætt til eitt prát.
Tað var í hesum sambandinum, at Bødvar spurdi Janus um hann hevði hug at koma í læru hjá sær.
 Eg veit ikki. Hann spurdi, og eg játtaði. Eg leyp bara í tað, sigur Janus, nú meiri enn fýra ár eru farin síðani hesa samrøðuna teirra millum.
Ungur nemur
Nú lærutíðin var av í summar, kann Janus líta aftur á fýra góð ár í Dali.
 Eg fór bara higar til Dals at læra, mestsum til stuttleikar. Okkurt mátti man læra seg at gera, áðrenn man bleiv ov gamal, sigur hann við einum brosi á kinn.
Hetta við træarbeiði var kortini ikki fremmant fyri honum. Janusi hevur nevniliga altíð dámað væl at takast við træarbeiði.
Hjá honum var tað helst so, at annaðhvørt gjørdist hann snikkari ella timburmaður. Tað bleiv so til tað fyrra.
Hann hevur onkrar ætlanir víðari fyri framman. Men hann hevur so lovað stjóra sínum at vera í Dali hetta árið út, áðrenn leiðina verður løgd aftur til Havnar, har daman eisini býr.
60 trappur um árið
Fyritøkan ber jú heitið Snikkarakjallarin, og tað er tí slík arbeiði, sum hava sermerkt lærutíðina hjá Janusi, og nú arbeiði hansara sum útlærdur snikkari.
Teir hava serliga lagt seg eftir at gera trappur, og hevur Janus sjálvur verið við til at gera í hópatali av trappum til alt Føroya land.
 Hetta virkið er serliga kent fyri sínar trappur. Og eg veit ikki rættiliga,  men eg meti, at vit hava helst gjørt einar 50 trappur um árið.
 Helst eru tær enn fleiri, kanska heilt uppí 60 um árið, sigur greiðir Janus frá.
Bíðilisti
Tá vit vitjaðu í Dali fyri nøkrum vikum síðani vóru tað mest køkarnir sum fyltu arbeiðsrúmið á snikkaravirkinum.
Teir hava eisini gjørt fleiri køkar, og vóru júst um tað mundið í holt við at gera tríggjar køkar um somu tíð.
Men arbeiðið steðgaði ikki við tað. Tí tá hesir tríggir køkarnir vóru lidnir, var longu ein bíðilisti eftir tveimum aftrat til ymisk støð í landinum.
Henda fyrrapartin í Dali var Janus einsamallur til arbeiðis. Hann var farin undir at gera rammur til nakrar skápshurðar. Eftir hetta skuldu tær límast saman, eins og fyllingarnar skuldu gerast.
Suður og norð
Umframt trappurnar og køkarnar so hevur Janus fingist við alt slag av snikkaraarbeiði.
Teir hava gjørt borð, benkur, vindeygakarmar, wc-møblar  you name it!
 Í summar vóru vit enntá í Mykinesi og settu upp eina trappu har, og so hava vit somuleiðis ordrar liggjandi uppá trappur til Suðuroyar og til Viðareiðis.
 So vit eru í gongd allastaðni, og hava úr at gera. Men tað skal helst eisini vera so, tá vit bara eru tveir mans til arbeiðis, sigur Janus.

Dalur  ikki fjarskotin

Hóast onkur kann halda, at Dalur liggur fjarskotið og øgiliga langt burtur frá Havnini, so er Janus ikki samdur í tí.
 Nei, eg skal siga tær, at tað tekur akkurát ein tíma frá tí eg fari frá húsum í Havn, til eg eri her í Dali. Tá havi eg eisini havt góða tíð til at njóta ein kaffimunn og eitt prát umborð á Teistanum.
 Tey, sum búgva í Eysturoynni og koyra til Havnar tey brúka eisini somu tíð í ferðing. Men tey fáa ikki tíð til at njóta túrin, soleiðis sum eg geri tað, sigur hann við einum brosi.