Arbeiðið at seta nýggja motor í Smyril, gongur eftir ætlan.
Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Tað hava annars gingið nógvar leysasøgur um, at ymsir deilir ikki passa og at tað fer at seinka arbeiðnum.
Men hesum vísir rakstrarleiðarin aftur.
Hann sigur, at nýggi motorurin varð settur niður á fundamentið í fyrramorgunin, og nú er plátan í biladekkinum, sum varð tikin úr fyri at fáa motorin niður, sveisað aftur.
- Nú skal so Skipasýnið sýna og góðkenna tann partin av arbeiðnum.
Nú Smyril kortini er farin úr sigling, hevur Strandferðslan søkt um at framskunda eftirlitið, sum annars skuldi vera næsta ár.
Tískil fer Smyril úr Føroyum leygarkvøldið, til Danmarkar, har botnur, róður, skrúvur, uttanborða ventilar, og annað, skal sýnast.
Samstundis skal botnurin vaskast og málast.
Conrad Gaard Joensen sigur, at tað, sum nú liggur í kortunum, er at Smyril kemur aftur til Føroya næsta vikuskiftið.
Og týsmorgunin 11. Februar verður hann aftur settur í strandfarasigling ímillum Suðuroy og Havnina, sigur Conrad Gaard Joensen.
Hann sigur, at av tí, at Smyril fer í dokk nú, skal hann ikki takast úr aftur sigling næsta ár til eftirlit.
- Hendir einki óvæntað, verður smyril ikki tikin úr aftur sigling, fyrrenn í 2016 ella 2017, tá ið hann skal til eftirlit, sigur rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni.
|