Rusksavning
Í Vágum verður í lagi aftur í dag. Í hinum økjunum vænta tey at vera komin í fasta legu aftur í næstu viku, sigur Jógvan Júst Olsen, sum stendur fyri ruskinnsavningini hjá IRF.
Jógvan Júst Olsen sigur, at tað tyngsta at koma ígjøgnum verða Norðoyggjarnar. Har býr nógv fólk, og partar av økinum eru torførir at koma til.
Tað koyra tríggir pressibilar í pendulferð við ruski til brennistøðina á Hagaleiti, sigur hann.
Hann sigur, at ætlanin er at tøma bingjuplássini hesa vikuna. Eisini ætla tey at fáa tikið alt rusk frá handlum og virkjum, soleiðis at farast kann undir at savna inn ruskposarnar frá húsarhaldinum í komandi viku.
Sama framferðarhátt brúka tey eisini aðrastaðni í landinum sigur Jógvan Júst Olsen. Úr Suðuroy komu seks pressibilar norður mikudagin, og tað verður tað sama alla vikuna, væntar hann. Eisini í Suðuroy verður farið eftir bingjupáassum og handils- og vinnuruski fyrst.
Handlarnir hava til dømis nógv papp og pappír, sum verður endurvunnið á Hagaleiti. Tey hava sent eyka bilar til Suðuroyar at heinta hetta ruskið frá vinnuni har suðuri.
Eisini í Suðuroynni vænta tey at klára alt uttan húsarhaldsruskið hesa vikuna. Tað verður so tikið í næstu viku.
Í Sanoynni gongur eit sindur skjótari við húsarhaldaruskinum, sigur Jógvan Júst Olsen, Hann væntar, at tá vikan er av, verða bara nøkur hús á Sandi og í Skopun eftir, har ikki er tómt. Virki og handlar hava tey longu klárað, sigur hann.
Úr Sadoynni hevur tó verið ein lítil tupulleiki at sloppið til við stóru bilunum, tí Teistin tekur bara tríggar slikar stórar bilar í senn, og fleiri eru, sum vilja flytast um Skopunarfjørð, nú verkfallið er av.
Úr Nólsoy heintar IRF rusk við Rituni, sum hevur verið onkran leigutúr har úti eftir ruskinum. Har skuldi eisini farið at verið slætt borð um vikuskfiti, vænta tey.
Frægast stendur til í Vágum, har tað mesta er fingið av oynni, sigur Jógvan Júst Olsen. Bingjuplássini eru tømd, og handlar og virki eru sloppin av við sítt rusk.
Farið er undir at savna húsarhaldaruskið inn, og í Sørvági er liðugt. Væntandi verður liðugt at savna inn í Miðvági og Sandavági í dag.
Tað gongur eisini hampilga væl at brenna undan á Hagaleiti. Komandi viku verður ikki savnað inn mánadagin, sum er annar hvítusunnudagur, so tá verður eitt heilt samdøgur til at brenna undan, uttan at nýtt kemur inn.
Hóast rúgvurnar, sum nú koma inn í senn, eru rættiliga stórar, er eingin trupulleiki, sum er, at fáa pláss fyri øllum á støðini.
Meðan verkfallið hevur verið, er so mikið minni komið inn, og til hevur tí borið at brent væl undan í køstinum. So nú er rímiliga gott pláss at taka í móti aftur, sigur Jógvan Júst Olsen, innsavningarleiðari hjá IRF á Hagaleiti.