Gongur tyngri at framleiða

Í byrjanini av hesum túrinum hjá Atlantic Navigator noyddust fólk stundum at bróta vakt, tí trupult var at fáa framleiðsluna at koyra optimalt við fleiri nýggjum og óroyndum fólkum umborð

Fiskivinna

 

Á seinasta túri hjá Atlantic Navigator, sum byrjaði fyri einari viku síðan, vóru fleiri nýggj andlit at síggja umborð.

Nú tíðin hjá skipinum í føroyskum sjógvi styttist, er tað ikki so áhugavert longur at vera umborð. Fólk vita, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær skipið seinastu ferð loysir í Føroyum.

Tá ein partur av fólkinum er nýggjur og óroyndur umborð á einum verksmiðjuskipi, er skjótt, at onkur fløskuhálsur kemur í framleiðsluna.

Sum Sosialurin hevur skilt, noyddust fólk í byrjanini av túrinum at bróta vakt, tí trupult var at fáa alt at ganga hond úr hond, sum neyðugt er, um framleiðslan skal vera optimal.

Tað tekur sína tíð at venja nýggj fólk við framleiðslugongdina, men teir seinnu dagarnar hevur framleiðslan gingið betur, skilst.

Á seinasta túri hevði Atlantic Navigator 1200 tons av surimi og 430 tons av mjøli.

Spurningurin er nú, hvussu nógvar túrar Atlantic Naviator ger aftrat í føroyskum sjógvi. Svartkjaftakvotan minkar, og hon minkar í stórum, tá nógv skip eru á veiðini í senn.

Skipini fiska av felags kvotu, og herfyri vóru bert eini 50.000 tons eftir av samlaðu kvotuni.