Leygarkvøldið var stórsligna tiltakið Planet Awards hildið í Miðlahúsinum, og hetta er eitt afturvendandi og væl uppiborið herðaklapp til føroyskan tónleik, sum hevur verið í stórari menning seinnu árini.
Tað er hugaligt at staðfesta, at dómsnevndin hevur alsamt truplari við at finna nøvnini, sum skulu tilnevnast, tí so nógv bjóða seg fram. Fleiri av teimum, sum hava staðið seg væl farna árið, náa tíverri ikki upp á avmarkaða listan við tilnevndum, og hóast tað kann kennast skuffandi hjá onkrum, so er tað ein steðfesting av, at føroyskur tónleikur stórtrívist í løtuni.
Føroyskir tónleikarar røkka longur og longur út í heim, og nógv eru eisini um boðið. Undangongufólk sum Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir, Týr, Jógvan Hansen, Lena Anderssen og fleiri við teimum hava verið frammi í fleiri ár, men onnur bjóða seg eisini fram.
Dagin eftir Planet Awards varð staðfest, at føroyska songkvinnan Lizzie átti størsta hittið á Tjeklistanum hjá donsku útvarpsstøðini P3 í fjør, og ársins føroyski bólkur, The Dreams, hevur mest sum hersett ein annan danskan hitlista – Boogie-listan hjá DR1. Hallur Joensen hevur verið á fleiri country-hitlistum, Týr selir fløgur kring allan heim sum eingin annar bólkur og er støðug á konsertferð. Og soleiðis kundu vit hildið fram við. Evnaríkir tónleikarar sýna dirvi og hugflog, og samstundis sum vit á heimliga marknaðinum njóta gott av hesum, fáa alsamt fleiri útlendingar eisini kunnleika til føroyskar tónleikarar og tónleik.
Tað hevur javnan verið tosað um, at tað almenna skal verða drívmegin at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, men soleiðis verðu tað neyvan nakrantíð. Alt byrjar og endar við tónleikarunum sjálvum. Teir mugu vísa dirvi, teir mugu brúka síni evni, og teir mugu verða áhaldandi. Og tað eru alsamt fleiri, sum megna hetta. Samstundis eigur landið at stuðla sum frægast, so fólk fáa møguleika at skapa, spæla og útgeva tónleik.
Leygarkvøldið vóru nakrir vinnarar funnir til Planet Awards, men í grundini er føroyskur tónleikur í breiðari merking stóri vinnarin av tiltakinum og menningini, sum er farin fram seinnu árini.