Tey, sum selja bilar í Føroyum, hava havt jóladagar í alt ár.
Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at fyrstu 10 mánaðirnar í ár, er sølan av bilum heili 25 prosent størri enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.
Í fjør keyptu føroyingar tilsaman 1.290 bilar fyrstu teir 10 mánaðirnar í fjør, men í ár hava føroyingar keypt 322 bilar fleiri, ella 1.612 bilar.
Eyðvitað er mest selt av persónbilum. Fyrstu 10 mánaðirnar í fjør vóru 941 persónbilar seldir í Føroyum, men í sama tíðarskeiði í ár eru 1.218 bilar seldir, ella 277 bilar fleiri. Tað er ein vøkstur á góð 29 prosent.










