Føroysku liðini í "beach volley" - ella strandarflogbólti, sum tað eitur á føroyskum, hava ikki havt eydnuna við sær higartil.
Føroyska veðrið leggur ikki beinleiðis upp til slíkan ítrótt í Føroyum, men kortini hevur FBF sent bæði kvinnur og menn yvir til Bermuda at kappast um heiðursmerkini.
Higartil hava úrslitini tó ikki verið nakað at reypa av. Hvørki hjá kvinnum ella monnum.
Kvinnurnar, Guðrið Syderbø og Lena í Buð, hava spælt tveir dystir og hava tapt báðar. Tann fyrsti var spældur í gjár, tá Føroyar spældi móti Cayman Islands, og tann dysturin endaði 2-0 við settúrslitunum 21-5 og 21-15.
Í dag hava kvinnurnar móti Gotlandi, og eisini tann dysturin endaði 2-0 til mótstøðuliðið. Settini endaðu 21-8 og 21-9. Um ein góðan tíma spæla Lena í Buð og Guðrið Syderbø seinasta innleiðandi dystin, og verður hann móti vertunum av Bermuda.
Menninir hava eisini spælt tveir dystir, men haðani hava vit bara úrslitið frá tí eina. Tað er dysturin, sum varð spældur í gjár móti Bermuda, sum vann dystin 2-0. Seinni í gjár spældu Føroyar móti Menorca, men av einari ella aðrari orsøk stendur einki um tann dystin á úrslitasíðuni hjá oyggjaleikunum.
Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis skulu seinni í kvøld spæla móti Cayman Islands í seinasta innleiðandi dystinum.
Myndatekstur: Jens Heri Bolstad Mortensen og Alex Troleis spæla flogbólt undir opnum himli
Mynd: Flogbóltssamband Føroya