Gamli Jupiter, sum framvegis er á føroyskum hondum, liggur enn í Gøtu, hóast talan leingi hevur verið um at selt skipið.
Annars hoyrdist herfyri, at skipið var selt, man tá vit spyrja reiðarunum, Atla Hansen, um hann kann vátta hesum, svaraði hann: »Hevði tað verið so væl«.
Sáttmáli gjørdur
Atli greiðir tó frá, at russar hava verið og hugt at skipinum, men tað langa tíð at arbeiða við eini slíkari sølu.
Umleið hálvt ár er nú liðið, síðani russar vóru her og hugdi at skipinum, og sum so hava teir helst verið nøgdir við tað, sum teir hava sæð.
Í øllum førum kann Atli Hansen vátta, at sølusáttmáli er gjørdur, men at sølan ikki er avgreidd fyri tað. Hetta tí tað við einum sølusáttmála fylgja ymsar treytir, sum bæði keypari og seljari skulu uppfylla, og enn restar so nakað í hesum viðvíkjandi, greiður Atli frá, uttan at útgreina nærri, hvørjir lutir av sáttmálanum talan er um.
Sambært reiðaranum er enn ikki greitt, nær endaliga sølan kann fara fram, og heldur ikki er gjørligt at fáa upplýsingar um søluprísin. Upp á spurningin, hvørt teir eru nøgdir við prísin, er svarið, at teir sum so ongantíð eru nøgdir við prísin, men at tað týdningarmesta hjá teimum er at sleppa av við bátin, sum við tíðini er komin nakað upp í árini. Gamli Jupiter varð bygdur afturi í 1972.
Gongur hampuligt
Annars verður sagt úr Gøtu, at fiskiskapurin hjá nýggja Jupiter hevur gingið hampuliga væl higartil, men so heldur ikki meir.
- Veðrið var sera ringt í desember mánaði, so tá hylnaðist einki serligt, greiður Atli frá. Higartil í ár hava teir verið og roynt eftir makreli, og nú verður so farið eftir lodnu.
Vónirnar til nýggja skipið eru tó góðar, og reiðarin heldur fyri, at vóru tær ikki tað, varð ongantíð farið undir hetta nýggja projektið.
Tað er P/F Driftin, sum eigur og rekur Jupiter.