Tað verða sera nógv fólk til Summar Festivalin í ár.
Forsølan hevur gingið sera væl, og nýggjasta uppgerðin hjá fyrireikarunum vísir, at 4.750 atgongumerki eru seld.
Undirtøkan er heilt ótrúlig, og tað fegnast vit um. Vit hava avmarkað forsøluna til 5000 atgongumerki til hvønn dagin. Tí selja vit bara 250 atgongumerki afturat fyribils, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum.
Summar Festivalurin verður fríggjadagin og leygardagin, og skráin fyri festivalin er júst kunngjørd. Hon sæst millum anna: á heimasíðuni hjá festivalinum www.summarfestivalur.fo
McFadden fríggjakvøld og Shaky leygarkvøld
Fyrireikararnir hava nú almannakunngjørt skránna fyri festivalin, og tað verður nógv spennandi at hoyra bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Bá:ar dagarnar spæla stór føroysk og útlendsk tónleikanøvn.
Fríggjakvøldið verður írski Brian McFadden høvuðsnavnið, meðan bæði Shakin' Stevens, Ana Johnsson og Anne Linnet verða at hoyra leygarkvøldið. Umframt tey stóru útlendsku nøvnini eru nógvir spennandi føroyskir bólkar við bæði kvøldini.
Í ár verða tríggir pallar á Summar Festivalinum. Stóri pallurin er aftur í ár á Vágsbø, men afturat honum verða nú tveir aðrir pallar. Á Flags-pallinum fara fleiri bólkar at spæla, meðan Silva-pallurin fer at hýsa tónleiki, undirhaldi, gykli og dansi.
Vit halda okkum hava sett saman eina sera spennandi skrá, har børn og vaksin í øllum aldri kunnu fáa tveir framúr góðar festivaldagar við heimskendum og landskendum tónleiki og undirhaldi, siga fyrireikararnir.
Skráin
Fríggjadagur 5. august 2005
Stóri pallur Flags pallur Silva pallur
19.30 Dólgarnir
20.15 The Dreams
21.00 Dansishow
21.30 Lawetz
22.15 Poppkorn
22.30 Úlpurnar
22.45 Gykl
23.00 Brian McFadden (I)
00.30 T!r
02.00 Festivaldansur
All That Tain
Leygardagur 6. august 2005
Stóri pallur Flags pallur Silva pallur
15.00 Barna & Trøllashow
16.30 Science Fiction
16.45 Fívil og undirhald
17.00 Silvi
17.15 Brandur
17.45 Gykl og gaman
18.00 Anne Linnet (DK)
19.00 I AM
19.30 Ola Nordskar (NO)
20.00 Ana Johnsson (SE)
21.00 Tvey av Kamarinum
21.30 Fríur pallur
22.00 Shakin Stevens (UK)
23.30 Ey:un & Terji
00.30 Straight Ahead
01.15 Dynamitt
02.00 Festivaldansur
Showmenn