Búskaparliga gongur tað so væl í Norðurnoregi nú, at í fleiri vinnugreinum hava fyritøkur ilt við at útvega sær nóg mikið av arbeiðsmegi. Tølini siga eisini sítt. Aftenposten skrivar, at higartil í ár er norðurnorski útflutningurin vaksin 38 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið fyri alt landið er 8 prosent.
Arbeiðsloysið í Norðurnoregi er sera lítið, og sagt verður, at tey, sum vilja hava arbeiði, fáa arbeiði. Tað hevur gjørt, at tørvurin á arbeiðsmegi er størri í Norðurnoregi enn nakra aðsrataðni í landinum.










