»Tú skuldi skift«, sigur TeleF í lýsing, sum fyri góðari viku síðani varð send til øll húsarhald í Føroyum. Og eftir hetta lýsingarátak hava fleiri valt henda útbjóðaran av teletænastum.
Fyrsti kappingarneytin hjá Føroya Tele hevur havt eina strúkandi byrjan. Góða byrjanin hevur sjálvt tikið starvsfólkið hjá TeleF á bóli, tí tey høvdu ikki væntað at undirtøkan fór at vera so góð beinanvegin.
Felagið byrjaði alment at taka ímóti nýggjum kundum 14. desember, men ferð kom ikki á, fyrr enn TeleF hevði sett lýsingarátakið í verk fyri góðari viku síðani, og síðani lýsingarnar hava eini tredivu valt at skifta til TeleF um dagin.
? Vit eru stak væl nøgd við byrjanina, og nú nærkast kundatalið teimum trý hundrað. Okkara mál er at náa túsund kundum innanfyri tann næsta mánaðin, sigur Billy Hansen, stjóri.
Um sama gongdin heldur fram, so verður málið við teimum 1000 kundunum nátt næsta mánaðin.
Spøk byrjan
Billy Hansen sigur, orsøkin til at TeleF ikki fór undir at trola eftir nýggjum kundum beinanvegin var, at tey vildu tryggja sær, at øll útgerðin riggaði, sum hon skuldi, áðrenn tey fóru at taka ímóti einum hópi av viðskiftafólki. Tá tey høvdu tryggjað sær, at alt var í lagi, fóru tey undir lýsingarátakið, sum eisini hevur givið bonus.
Eingir stórir tekniskir trupulleikar hava verið at tikið sær av ? tó okkurt smávegis, sum er fingið uppá pláss beinanvegin.
Enn bjóðar TeleF bara hald til telefonir á fastneti, men í mars fer felagið eisini at bjóða internet og í summar verður eisini møguleiki fyri at tosa í fartelefon hjá TeleF.
Billy Hansen sigur, at tey ikki vildu kasta seg út í alt beinanvegin, áðrenn tey kendu øll viðurskiftini til fulnar. Tí varð gjørt av at bjóða kundunum eina tænastu í senn, og byrjað varð við fastnetinum.
? Vit vildu royna alla útgerðina, áðrenn vit fóru undir at lýsa ordiliga um alt landið, sigur Billy Hansen.
Fyrimunur at vera fyrst
Skjótt fer tað triðja telefelagið at bjóða seg fram á marknaðinum. Tað er felagið Alnót, sum enn ikki hevur loyst frá landi.
Billy Hansen heldur, at tað var ein fyrimunur hjá teimum at vera fyrst at taka kappingina upp við Føroya Tele.
? Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur at vit eru fyrsti kappingarneyti hjá Føroya Tele, tí so eru vit fyrst at fáa fatur á teimum, sum høvdu ætlað sær at skift frammanundan. Tað verður torførari at fáa tey at skifta frá okkum til ein triðja, sigur stjórin í TeleF.
Beint nú bjóðar TeleF kundum serliga lágar prísir at byrja, so at munurin skal vera meira merkisverdur. Men um ein góðan mánað verða prísirnir settir eitt sindur uppaftur, men Billy Hansen hevur allatíðina lagt dent á, at TeleF skal altíð bjóða lægri prísir enn Føroya Tele. Prísurin fer tó eitt sindur uppaftur, tá byrjunartilboðið gongur út.
? Hetta byrjunartilboðið gongur fram til 10. mars, men vit hava enn ikki ásett, hvussu príslegan verður eftir hetta. Vit fara tó ikki uppaftur á tann prísin, vit høvdu áðrenn tilboðið, sigur Billy Hansen.
Billy Hansen sigur tó, at við hesi undirtøkuni ber til hjá teimum at hava rættiliga lágar prísir.
TeleF hevur henda mánaðin havt ein prís á 20 oyru um minuttin bæði dag og kvøld. Billy sigur, at tey hava tosað um at bjóða 30-31 oyru um minuttin um dagin eftir 10. mars, men tað veldst sjálvandi eisini um undirtøkuna frá fólki. Í Føroyum verður fastneti mest nýtt um dagin. TeleF og Føroya Tele hava sama uppringingargjald, sum er 40 oyru.
Fyri at gerast kundi hjá TeleF skal ein útfylla eitt oyðublað og senda tað til TeleF. Einasta bindingin, sum fylgir við, er, at um tú vilt skifta til annan veitara, áðrenn seks mánaðir eru farnir, skalt tú gjalda 250 krónur.
Mest húsarhald
Higartil hava flestu kundarnir hjá TeleF verið privat húsarhald, men onkur vinnukundi er eisini ímillum.
? Vit hava mest lagt okkum eftir húsarhaldunum higartil, og vit hava ikki sett okkum beinleiðis í samband við vinnuna enn. Tá vit seta okkum í samband við vinnuna, fara vit at nýta øðrvísi lýsingartilfar, sigur Billy Hansen.
Í mars fer TeleF eisini at bjóða nýggjar prísir í uttanlands telefoni, tí tá fáa tey útgerð til hetta endamálið. Í løtuni fer uttanlands samskifti ígjøgnum netið hjá Føroya Tele.
? Vit eru ikki so øgiliga kappingarførir í uttanlandstelefoni enn, men í mars seta vit okkara egnu útgerð upp í Tjørnuvík, og tá bjóða vit aðrar prísir, sigur Billy Hansen.
Í løtuni starvast sjey fólk hjá TeleF, men stjórin hugsar ikki um at seta fleiri fólk í starv fyrr enn kanska í summar, tá fartelefonin kemur uppí leikin.










