Gongur strúkandi hjá Start

Mánakvøldið var Todi síðsta hálva tíman á vøllinum, tá ið Start fór við øllum stigunum av Ullevål

NOREG

Tað hevur havt gott árin á úrslitini, at Start hevur skift venjaran út. Fyrst vann Start á heimavølli móti Rosenborg. Tað var roknað sum týdningarmikil sigur. Mánakvøldið var Start í Oslo, og aftur hesa ferð eydnaðist tað at fáa fulla úrtøku.
Start vitjaði Lyn, sum hevur heimavøll á tjóðarvøllinum Ullevål. Hetta var fyrsta ferðin, at nýggi Start venjarin, Stig Inge Bjørnebye, hevði ábyrgdina av Start liðnum, sum hann bara hevði vant eina ferð saman við undan ferðini til Oslo.
Start vann 2-1, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Høgri vongverjin, Kristoffer Paulsen, skoraði eftir frísparksinnlegg.
Fýra minuttir eftir steðgin økti David Nielsen um munin til 2-0. Hann var púra leysur við málverjanum Eddie Gustafsson, ið er fyrrverandi kappingarneyti hjá Jákupi Mikkelsen í Molde, og David Nielsen var púra kaldur, tá ið hann vann tvídystin.
Í 68. minutti minkaði Lyn um munin til 2-1, og síðstu løtuna trýstu teir nógv fyri at javna, men tað eydnaðist Start at halda tørn.
Todi Jónsson varð skiftur inn fyri David Nielsen, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Sigurin ber við sær, at Start eftir fimtan umfør er fýra stig frá bronsuplássinum og tvey stig frá næstaftasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær.