Gongur strúkandi hjá mostrini

1000 fólk hava higartil sæð sjónleikin um Mostir Charley, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir

 

Síðan sjónleikurin Mostir Charley varð frumsýndur í Atlantis 10. november hava 1000 fólk verið til leikin, og tað eru tey í Klaksvíkar Sjónleikarfelag sera væl nøgd við.

Tey hava havt 11 sýningar av leikinum, og átta av teimum hava verið útseldar. Fitt av fólki hevur verið til hinar sýningarnar.

Seinastu sýningarnar av leikinum verða hesa vikuna. Leikurin verður spældur í kvøld og hóskvøldið, og so eru ikki fleiri sýningar settar á skránna.


Ferðast við leikinum

Mostir Charley er ein klassikari innan skemtileikir, og tað hevur víst seg, at leikurin eisini klárar seg meira enn 100 ár eftir, at hann varð skrivaður.

Hesaferð er tað í uppseting, sum Jákup Veyhe hevur skipað fyri.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag ætlar sær at fara at ferðast við leikinum, men tað verður ikki fyrr enn í január mánaði. Tað er ætlanin at fara til Oyrabakka, Havnar og møguliga onkra aðrastaðni eisini.


Jólahald

Frá 6 desember fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag at hava Jól í Atlantis. Hetta er serligt undirhald, sum felagið ger til børnini undan jólum.

Nógvar góðar kreftir í felagnum eru við í hesum arbeiði, og ætlanin er at seta hol á ein nýggjan tátt í Klaksvíkar Sjónleikarfelag.

Aðrastaðni hevur verið vanligt at hava jólasýningar, men tað hevur ikki verið vanligt í Klaksvík.