James Olsen hevur nóg mikið at takast við í Danmark í løtuni.
Myrki trummuspælarin spælir við í bólkinum hjá Erann DD, sum er eitt av heitastu nøvnunum í donskum tónleiki í løtuni.
Erann David Drori gav síðsta dagin í oktober mánaði sína fyrstu solofløgu út undir navninum Erann DD, og á hesi fløgu er James Olsen ein av trummuspælarunum.
Fyrstu vikuna seldi fløgan 25.000 eintøk, sum hevur við sær eina sokallaða gullfløgu fyri søluna. Síðani eru meira enn 10.000 eintøk afturat farin um handilsdiskarnar.
Stakfløgan Still Believing liggur hesa vikuna sum nummar átta á hitlistanum hjá Danmarks Radio, og fløgan hevur eisini sníkt seg langt upp á øðrum donskum hitlistum.
Hendir nógv
Í gjár skuldu James og hinir í bólkinum spæla fyri donsku fjølmiðlunum, og í dag verður konsert fyri lýsingafyritøkum og fólki innan hesa bransju.
- Tað hendir nógv í løtuni. Nýggja fløgan hjá Erann DD hevur verið sera væl móttikin, og hann er ein populerur sangari í Danmark, sigur James Olsen.
- Tað er stuttligt at fáa kjansin í einum slíkum bólki, tí tað eru nógvar avbjóðingar, og nógvur eftirspurningur er eftir bólkinum.
Erann DD - við James Olsen handan trummurnar - skal spæla til ymisar konsertir í Danmark í tíðini, sum eftir er av hesum árini, og hesar konsertir halda fram í komandi ári.
Roynir seg solo
Erann Drori er uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, og hann er kendur kring alt Danmark fyri sín leiklut í bólkinum Drori-Hansen Furniture, sum gav fløgu út í bæði 1995 og 1996.
Áðrenn hetta var hann orkufullur frontmaður í Zapp Zapp, sum gjørdi um seg fyrst í 90'unum.
Nú hevur Erann sett hol á sína solokarrieru, og tað ger hann við millum annað James Olsen í sínum bóki. James og Erann hava eisini samstarvað í Drori-Hansen Furniture.
Nýggja fløgan hjá Erann DD er upptikin og løgd til rættis í Keypmannahavn, Stockholm og Køge.
Rappar eisini
James Olsen er fegin um leiklut sín í Erann DD.
- Hetta er tað longsta eg eri komin innan tónleik, og tað er sera spennandi at verða við. Tað er hugaligt, at tónleikarar úr Føroyum fáa kjansin í Danmark, sigur James Olsen.
- Tað er eisini stuttligt at hoyra danir undrast á, at tað finnast nógvir góðir tónleikarar í Føroyum. Teir halda tað vera merkisvert, sigur hann.
Umfamt uppgávuna handan trummurnar hjá Erann DD, er James eisini við í øðrum tónleiki. Hann hevur millum annað júst fingið uppgávuna at gera tónleikin til eina lýsingarherferð hjá eini danskari klædnafyritøku. James skal gera tónleikin og rappa til myndirnar.
- Tað kann verða eitt sindur ilt at fylgja við í løtuni, tí nógv er á skránni, men tað kann eg í grundini bara fegnast um, sigur James Olsen.