Gongur strúkandi hjá Bendtner

Danski álopsspælarin Nicklas Bendtner verður roknaður sum ein av mest spennandi ungu álopsspælarunum í enskum fótbólti í løtuni. Bendtner er sáttmálabundin við Arsenal, men er í løtuni leigaður til Birmingham, sum spælir í næstbestu ensku deildini. Har hevur Bentner skorað trý mál í fimm dystum og hevur annars veruliga gjørt vart við seg.
- Nú kenna øll Nicklas Bendtner, tað gjørdu tey ikki fyri fýra vikum síðani. Trupulleikin hjá okkum er bara, at jú betur hann spælir, jú størri er møguleikin fyri, at hann fer aftur til Arsenal at spæla, sigur Birmingham-venjarin, Steve Bruce.